FRÁ 1. JANUAR 2018

Á aðalfundinum 28. apríl 2017 bleiv samtykt, at nágreina treytirnar fyri, hvørjir limir gjalda vanliga limagjaldið, og hvørjir limir gjalda lægra limagjaldið. Støddin á sjálvum limagjaldinum bleiv ikki broytt. Sambært viðtøkum felagsins § 4 koma broytingar viðvíkjandi limagjaldi í gildi komandi roknskaparár. Hetta er 1. januar 2018. Á aðalfundinum 29. apríl 2022 bleiv samtykt, at limir sum ikki hava stovnað sjálvvirkandi gjaldsavtalu 6 mánaðir eftir at limaskapur byrjar, skal rinda innkrevjingargjald, sum svarar til kostnaðin, ið felagið hevur av at krevja limagjaldið inn. Sambært viðtøkum felagsins § 4 koma broytingar viðvíkjandi limagjaldi í gildi komandi roknskaparár. Hetta er 1. januar 2023.

Vanliga limagjaldið er kr. 185,00 um mánaðin. Av hesum fara kr. 65,00 í verkfallsgrunn.

Hetta er galdandi fyri:

1) Persónar sum eru í starvi sum hoyrir undir kollektiva sáttmálaøkið hjá BLF. Hetta økið er ásett í § 1 og í skjali 1 í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Økið fevnir í løtuni um Føroya landsstýri og kommunurnar. T.v.s. tey sum arbeiða í stjórnarráðunum, (lands) stovnunum, hjá kommununum og á (kommunalu) stovnunum. Hjá hesum persónum er tað líka mikið, um teir ítøkiliga eru settir sambært BLF-sáttmálanum. Orsøkin er tann, at BLF hevur eksklusivan rætt til hesar persónar sambært kollektiva arbeiðsrættinum.

2) Persónar sum eru í starvi sum ikki hoyrir undir kollektiva sáttmálaøkið hjá BLF, men sum hóast hetta, eru individuelt settir sambært BLF-sáttmálanum.

 

Lægra limagjaldið er kr. 75,00 um mánaðin.

Hetta er galdandi fyri:

1) Persónar sum eru í starvi sum ikki hoyrir undir kollektiva sáttmálaøkið hjá BLF, og sum heldur ikki eru individuelt settir sambært BLF sáttmálanum.

2) Lesandi, sum ikki samstundis hava ½ starv ella meiri sum uppfyllir treytirnar til hægra limagjaldið.

3) Arbeiðsleys.

 

GG: Sum útgangsstøði verða limir settir at gjalda vanliga limagjaldið. Limur kann tó venda sær til BLF og prógva, at viðkomandi lýkur treytirnar fyri lægra limagjaldinum. Limagjaldið verður tá broytt framyvir.