Fríggjadagin 26. februar 2021 skipar BLF aftur fyri Gakk heim tiltaki, ið verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Eitt gylt høvi at hitta starvsfelagar, vinir og kenningar. Á fundinum vera framløgur, ábit og hugni. Tiltakið er ókeypis fyri limir felagsins.

Ynskiligt er, at limir boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 24. februar kl. 12. Hetta fyri at Hotel Hafnia kann leggja tiltakið til rættis, soleiðis at tað ber til at halda koronutilmælini.

SKRÁ:

Kl. 15:30: Dyrnar lata upp - ábit.
Kl. 16:00: "Trivnaðarkanningar" - Heri Joensen greiðir frá arbeiðinum at gera trivnaðarkanningar, í sambandi við at Lóður nýliga hevur gjørt eina umfatandi trivnaðarkanning fyri landsfyrisitingina.
Kl. 16:30: Spurningar, steðgur og ábit.
Kl. 16:45: "Búskaparligu avleiðingarnav av covid-19" - Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum greiðir frá um ávirkanina, sum korona hevur havt á búskapin.
Kl. 17:15: Spurningar, steðgur og ábit.
Kl. 17:30: "Samskiftið hjá landsstýrinum í sambandi við koronufarsóttina" - Brynhild Thomsen, journalistur, hugleiðir um samskiftið hjá landsstýrinum í sambandi við koronufarsóttina.
Kl. 18:00: Spurningar, steðgur og ábit.
Kl. 18:30: Endi.

GG: Teir limir, sum hvørki búgva ella arbeiða í Tórshavnar kommunu, kunnu fáa ferðaútreiðslurnar endurrindaðar til tiltakið í morgin. Boði nevndini frá á tiltakinum í morgin, tey sum ynskja hetta.