Týsdagin 24. august 2021 skipar BLF fyri skeiði fyri álitisfólk felagsins. Skeiðið verður á Hotel Hafnia.

Sigmund Poulsen, advokatur, fer á skeiðinum millum annað at greiða frá hesum evnum:

  • Álitisfólk, álitisfólkareglur og álitisfólkaarbeiði
  • Starvsskyldan, markið fyri leiðslurætti arbeiðsgevarans og lýdnis- og loyalitetsskylda starvsfólksins
  • Nakrar ásetingar í sáttmálanum (herundir um serfrøðingaviðbøtur)
  • Fyrisitingarrætturin sum amboð í starvsfólkamálum
  • Tann seinasta gongdin í kollektivum arbeiðsrætti í Føroyum