Eftir at Katrin Thorsvig Hansen 1. januar 2022 er farin úr nevndini í BLF, hevur eftirverandi nevndin á fundi 12. januar valt Annu Sofíu Lava til næstforkvinnu og skrivara. Aðrar broytingar eru ikki, og nevndin er nú skipað soleiðis:

Elisabeth F. Rasmussen, forkvinna - cand.jur.
Anna Sofía Lava, næstforkvinna og skrivari - cand.scient.adm.
Flóvin Eidesgaard, kassameistari - cand.scient.oecon.
Bára Akselsdóttir Haraldsen, nevndarlimur - cand.scient.adm.
Hans Kári Vang, nevndarlimur - cand.polit.

Nevndin takkar Katrin fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði fyri felagið.