Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) er eitt fakfelag, sum arbeiðir fyri limir felagsins í setanarviðurskiftum. Felagið arbeiðir fyri at tryggja limunum ávirkan á síni viðurskifti, tá ið ræður um løn, eftirløn, setan, arbeiðstreytir og onnur fíggjarlig og sosial viðurskifti.
Eisini arbeiðir BLF fyri at styrkja samanhaldið millum limir felagsins, og at limir varðveita og útbyggja sína útbúgving, og Felagið samstarvar við onnur feløg um mál av felags áhuga.
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hevur sáttmálarættin, tá ið ræður um sáttmálaøkið hjá BLF, og samrátt verður við Fíggjarmálaráðið um sáttmálan hjá starvsfólkum innan sáttmálaøkið hjá BLF.