Tá tað á einum stovni ella eini deild starvast i minsta lagi 3 persónar, sum eru settir sambært BLF-sáttmálanum, hava hesir persónar rætt til at velja sær eitt álitisfólk. Álitisfólk skulu vera limir í BLF.

Valið av álitisfólki hevur gildi, tá tað er góðkent av BLF og fráboðað leiðsluni á avvarandi stovni. Álitisfólk kann ikki verða uppsagt, uttan uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Føroya Landsstýri og BLF.

Uppgávan sum álitisfólk er ólønt, men uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum verður longd við 3 mánaðum.

 

Heimildirnar hjá álitisfólkunum eru ásettar í:

1) Reglugerð fyri álitisfólk og

2) BLF-sáttmálanum § 9, stk. 2, § 14, stk. 2, § 15, stk. 1 og § 29.

 

Sí harumframt:

Leiðbeining um álitisfólk hjá BLF

 

YVIRLIT YVIR ÁLITISFÓLK HJÁ BLF

Í STJÓRNARRÁÐUNUM

Løgmansskrivstovan

Gudrun Mortansdóttir Nolsøe

Fíggjarmálaráðið

(eingin í løtuni)

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Jóanna Djurhuus

Fiskimálaráðið

Ulla Svarrer Wang

Mentamálaráðið

Bergur Berg

Almannamálaráðið

Heri Petersen

(Varafólk: Barbara Á. Thomsen)

Heilsumálaráðið

Katrin Gaard

(Varafólk: Birita Ludvíksdóttir)

 

Á LANDSSTOVNUNUM

VØRN

Jan Klein Olsen

Almannaverkið

Súni Haraldsen

Vinnustovnurin

Sigurd Rasmussen

Føroya Kærustovnur

Finngerð Vang

Landssjúkrahúsið

Fróði Reinert Petersen

(Varafólk: Lucia Sirkovsky)

Landsverk

Ólavur Jóannesarson Hansen

Sjóvinnustýrið

Ása Trygvadóttir Djurhuus

Landsbankin

Kristoffur J. Hentze

Fróðskaparsetur Føroya

(eingin í løtuni)

Heilsufrøðiliga Starvstovan

Bergljott Ø. Midjord

Landsgrannskoðanin

Bergitta Ey. Dalsgaard

Gjaldstovan

Randi Á. Jakobsen

Hagstovan

(eingin í løtuni)

Umhvørvisstovan

Sigga Jacobsen

(BLF hevur álitisfólk saman við AKF.)

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Símun Hammer

(BLF hevur álitisfólk saman við AKF.)

Undirvísingarstýrið

Eyðun Jakobsen

Í KOMMUNUNUM

Tórshavnar kommuna

Ólavur Ólavsson