Hevur tú eitt mál, tú fegin vilt tosa við BLF um, ert tú altíð vælkomin at senda okkum ein teldupost ella ringja til okkara á fartelefon 211 376.
Vit veita tær ráðgeving um:
- Lønarviðurskifti
- Setanarviðurskifti
- Broyttar starvstreytir
- Mál í sambandi við tín arbeiðsgevara
- Onnur starvsviðurskifti
Skrivarin hjá felagnum móttekur tín fyrispurning, og títt mál verður viðgjørt á næsta nevndarfundi.
Sjálvsagt eru slík mál altíð í trúnaði.