Mikudagin, 16. januar 2019, heldur BLF álitisfólkaskeið. Álitisfólkaskeiðið verður á Hotel Hafnia, og verður tað Sigmund Poulsen, advokatur, sum stendur fyri skeiðinum. Skeiðið varðar fullan arbeiðsdag.

Í hesum sambandi fáa álitisfólkini hjá BLF tænastufrí við løn til at luttaka á skeiðinum. Hetta sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið.

Tey álitisfólk, sum ætla sær at luttaka á skeiðinum, skulu boða BLF frá hesum.

GG: Um tykkara arbeiðspláss hevur rætt til at hava BLF-álitisfólk, men ikki hevur valt sær eitt enn, so er hetta eitt gylt høvið at fáa hetta avgreitt! :)

Sí nærri um álitisfólk her.