BLF hevur kallað inn til aðalfund týsdagin 19. mai 2020.

Aðalfundur felagsins varð útsettur orsakað av coronasmittuni, men nú tilráðingarnar frá myndugleikunum eru broyttar, soleiðis at fleiri fólk kunnu savnast, verður tað mett ráðiligt at avgreiða aðalfundin.

Tíð: Aðalfundurin byrjar kl. 16:00.

Stað: Hotel Hafnia, Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkunum:

1) Val av fundarstjóra og fundarskrivara

2) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári

3) Góðkenning av roknskapi

4) Val av nevnd

5) Val av grannskoðara

6) Ymiskt

Sí annars teldupost, sum felagið hevur sent øllum limum um aðalfundin.